Miðlon í Runavík

Seinrapartin í dag skrivaðu Niels Mortensen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fyri ávikavíst Pf. Miðlon og Runavíkar kommunu, undir leigusáttmála um matr. no. 94, Tofta bygd. Hetta er matrikkulin sum timburhandilin Borg heldur til á í dag.

Ragnar Sjúrðarson
6. mai 2024 kl. 19:40

Nú Pf. Borg fer undir at byggja nýggjan timburhandil á Glyvrum, hevur felagið gjørt avtalu við Pf. Miðlon um keyp av verandi bygningi.

Tað skrivar heimasíðan hjá Runavíkar Kommunu.

Timburhandilin heldur kortini til á gomlu adressuni, hagartil klárt er at flyta í nýggj hølir longur inni á fjørðinum. Í mun til miðbýarætlanina hjá kommununi er hetta ein hóskandi broyting í økinum.

Sum skilst ætlar Pf. Miðlon at byggja nakað um og annars at reka ymiskt handilsvirksemi, m.a. ein Bónus handil, á matriklinum. Meiri verður at frætta frá felagnum sum frálíður.