Í gjár kom FIFA annars við einari fráboðan, at russiska landsliðið framhaldandi kundi spæla altjóða dystir, men bara uttan at tjóðarsangurin ella flaggað var við russiska flagginum til altjóða dystir, men eftir so nógvar ákoyringar seinasta døgnið, hevur pípan hjá FIFA í dag fingið eitt annað ljóð.
Nú hevur altjóða fótbóltssamgongan í umbúna at útihýsa russiska landsliðið, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, siga bæði BBC og Reuters, sum eisini nevna møguleikan, at Russland verður útihýst so leingi sum innrásin í Ukraina stendur við.
Væntandi kemur altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, út við einari almennari fráboðan í kvøld, sambært BBC.
Verður russiska landsliðið útihýst, so missur Russland møguleikan at spæla seg víðari til HM-endaspælið í Katar. Pólland, sum Russland eftir ætlan skal spæla ímóti í komandi mánað, hevur annars sýtt fyri at spæla ímóti Russlandi. Tað gjørdu Pólland, Svøríki og Kekkia FIFA greitt fyrradagin. Í gjár tóku Danmark og Ongland somu avgerð.
UEFA heldur eisini fund í kvøld, har evropeiska fótbóltssamgongan fer at avgerða, hvat skal henda við russisku liðunum, sum framhaldandi eru við í evropeiskum kappingum.
Dagføring: FIFA og UEFA hava nú útihýst Russlandi at spæla við í altjóða kappingum.