Miðflokkurin vil avmarka talið á fosturtøkum - og hjálpa foreldrum

Flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið beint eftir nýggjár

Steffan Klein Poulsen, vinstrumegin, og Jenis av Rana, halda, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk
Áki Bertholdsen
4. desember 2023 kl. 13:20

Beint eftir nýggjár fer Miðflokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um fíggjarligan stuðul til foreldur, sum fáa børn.

Flokkurin fer eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avmarka talið á fosturtøkum.

Tað, sum fær flokkin at leggja uppskotið fram beint nú, er, at talið á børnum, sum verða fødd í Føroyum, er so nógv minkað.

Tað er minkað so nógv, at kanska er tað størsta hóttanini ímóti framtíðini hjá føroyska samfelagnum.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, staðfestir, at fyri 40 árum vórðu eini 900 børn fødd um árið, men síðani er tað minkað støðugt og í ár verða ikki meiri enn eini 560 børn fødd í Føroyum.

Tí heldur Miðflokkurin, at tiltøk mugu setast í verk.

Sostatt fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at øll foreldur, sum fáa børn, skulu fáa eina gávu upp á kanska 5.000 krónur, ella 10.000 krónur frá landsstýrinum.

Hann sigur, at fyri samfelagið er hetta ein lítil gáva, tí verður hon 10.000 krónir, fer tað at kosta ímillum seks og sjey milliónir um árið.

Men hetta verður ein stór gáva til foreldrini, sum fáa ein góðan start til at rinda fyri barnavogn og aðrar útreiðslur, sum fylgja við tí at fáa eitt barn.

Men flokkurin fer eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið við tí endamálið at skerja talið á fosturtøkum.

Sum støðan er nú, er tað ein læknaligur meting burtur av, um ein kvinna skal fáa fosturtøku.

Men Miðflokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at ein serlig nevnd skal setast at viðgera umsóknir um fosturtøku.

Tey, sum skulu sita í nevndini, skulu verða serfrøðingar av ymsum slagi - eitt nú serfrøðingar í sosialum viðurskiftum, sálarfrøðingur og ein sálarhirði, kanska ein prestur.  

Sum oftast eru tað sosial viðurskifti, sum er orsøkin til, at kvinnur søkja um at fáa fosturtøku.

Miðflokkurin heldur, at sosial viðurskifti eru ikki ein haldgóð orsøk til at fáa fosturtøku. So í teimum førum, har sosial viðurskifti eru orsøkin, skulu tiltøk verða sett í verk, so at kvinna skal ikki noyðast at fáa fosturtøku av sosialum orsøkum.

Uppskotið um eina gávu til øll foreldur, sum fáa børn, kann eisini bøta um tey sosialu viðurskiftini.

 Er sjúka orsøkin til umsóknina, er tað viðkomandi at fáa ein serlækna í teirri ávísu sjúkuni, upp í nevndina, heldur Jenis av Rana.