Ongi úrslit

Miðflokkurin skal vera nakað serligt í føroyskum politikki

Vit skulu IKKI verða sum aðrir flokkar, sigur formaðurin

Áki Bertholdsen
26. mai kl. 09:00

Miðflokkurin skal vera nakað serstakt í føroyskum politikki, og hann skal ikki líkjast øðrum flokkum.

Tað var boðskapurin hjá floksformanninum, Jenisi av Rana, á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin. 

Hann sigur, at tað eru nøkur sum finnast at Miðflokkinum tí tey halda, at hann er ikki nóg virkin í øðrum politiskum málum enn teimum, sum viðvíkja tí etiska, moralska, kristiliga og sosiala.

– Skulu vit halda fast við sermerkta Miðflokspolitikkin, ella skulu vit royna at líkjast hinum flokkunum, spurdi floksformaðurin.

Sjálvur ivast hann ikki í, at flokkurin skal halda fast um tað sermerkta - hóast hitt kann vera freistandi. 

Hann ivast ikki á, at heldur Miðflokkurin ikki fast um sína serstøðu í føroyskum politikki, fer flokkurin at fána burturt, til hann hvørvur.

Fólk hvørki vænta av okkum, ella skilja, at tað skal vera neyðugt hjá Miðflokkinum at fara yvir á støðið, sum eru grundarlag undir øðrum flokkum!

– Tað fólk vænta av Miðflokkinum, er etiskan, sosialan, moralskan og andaliga grundaðan politikk, sigur Jenis av Rana.

 Hann sigur, at tað hevði verið at gjørt Miðflokkinum eina bjarnatænasta at lagt hann upp at hinum flokkunum.

Hinvegin tekur Miðflokkurin lut í at kalla øllum orðaskiftum á Løgtingið, og ikki bara hjartamálunum hjá flokkinum, leggur hann dent á.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00