Michelle Obama gevur út ævisøgu

Fyrrverandi forsetafrúan Michelle Obama, gevur út sína fyrstu ævisøgu. Michelle Obama kunngjørdi sunnudagin, at hon fór at...

Alda Nielsdóttir
27. februar 2018 kl. 17:24

Fyrrverandi forsetafrúan Michelle Obama, gevur út sína fyrstu ævisøgu.

Michelle Obama kunngjørdi sunnudagin, at hon fór at geva út ævisøgu sína. Hon hevur fingið heitið "Becoming", og verður til taks í handlunum 13. november í ár.

At skriva "Becoming" hevur verið ein øgiliga persónlig uppliving, skrivaði fyrrverandi forsetafrúan á Twitter. Eg tosi um mínar røtur, og hvussu ein genta úr Chicago fann sína rødd. Eg vóni, at mín ferð kann geva lesarum íblástur til at finna dirvi til at verða tað, tey droyma um. Eg eri spent uppá at deila mína søgu, segði hon.

"Becoming" verður fyrsta ævisøgan hjá Michelle Obama, og seinna bókin hjá henni. Fyrsta bók hennara, "American Grown: The Story of the White House Kitchen Garden and Gardens Across America", ein vegleiðing til urtagarðar, varð givin út í 2012.

Forlagið Penguin Random House, hevur keypt rættindini til bæði ævisøguna hjá Michelle Obama og eina nýggja bók hjá manni hennara, fyrrverandi forsetanum, Barack Obama.

Barack Obama hevur longu givið út tvær ævisøgur, eina, ið snýr seg um barna- og ungdómsár hansara, og eina, ið lýsir tíðina hjá honum sum senator. Enn hevur Barack Obama ikki kunngjørt nakra frágreiðing um komandi ævisøgu sína.

Samstundis sum "Becoming" hjá Michelle Obama verður givin út á 24 málum, verður hon eisini givin út sum ljóðbók, lisin upp av rithøvundanum sjálvum. Eisini er ætlan um at ferðast runt og promovera ævisøguna.

Penguin Random House hevur ætlanir um at burturluta eina millión eintøk av bókini til First Book, ið er ein felagsskapur, ið veitir bøkur og undirvísingartilfar til børn.

Síðan 1992 hevur First Book veitt fleiri enn 170 milliónir bøkur og undirvísingartilfar til børn í fíggjarliga sperdum familjum í fleiri enn 30 londum.

Ævisøga Michelle Obama greiðir frá barna- og ungdómsárunum hennara í Chicago, hvussu avbjóðandi tað var at røkja eitt leiðslustarv, meðan hon var mamma at smáum børnum, og síðani hvussu tað var at búgva á heimsins kendastu adressu - í Hvítu Húsunum.

Kelda: Rolling Stones, New York Times.