Løgreglan í USA boðaði í nátt frá, at sjónleikarin Michael K. Williams er funnin deyður í íbúð sínari í New York.
Michael K. Williams gjørdist 54 ára gamal.
Løgreglan vil ikki siga, hvørjum Michael K. Williams doyði av, men sum skilst er illgruni um yvirdosis av heroini. Williams hevur áður verið opin um stríðið við rúsevnum,
Williams gjørdist kendur fyri leiklutin sum Omar Little í krimirøðini The Wire, har hann spældi ein samkyndur gøturánari, ið legði seg eftir ikki at gera seg inn á tey, ið einki høvdu við kriminalitet at gera.
Williams spældi millum annað eisini í røðini Boardwalk Empire, har hann var Albert "Chalky" White, ein gangstari.
Fleiri av fyrrverandi starvsfelagum hansara hava sent honum eitt seinasta farvæl á Twitter, millum annað Edward Norton, ið spældi við Williams í filminum Motherless Brooklyn í 2019.
- Um hann var við í einari senu, var hann tað besta við henni, punktum, skrivar Edward Norton millum annað.
Michael K. Williams var føddur í New York í 1966, og var upprunaliga dansari, áðrenn hann fór í holt við sjónleik. Millum annað dansaði hann fyri Madonna og George Michael.