34 ára gamli Mezut Özil boðar í dag frá, at hann gevst á yrkisleiðini sum fótbóltsleikari umgangandi.
Özil, sum tilsamans spældi 92 landsliðsdystir fyri Týskland, boðar á instagram frá, hann seinastu tíðina hevur stríðst nógv við skaðar, og at hann tí heldur, at tíðin er komin til at gevast.
Özil hevur seinasta árið spælt turkiska liðnum Istanbul Basaksehir, men undan hesum hevði hann eina glæsiliga karrieru, millum annað hjá Real Madrid og Arsenal.
Özil byrjaði lívsleiðina sum fótbóltsleikari í Schalke 04, síðan fór hann til Werder Bremen, Real Madrid og Arsenal, áðrenn hann í 2021 flutti til Turkalands at spæla fyri Fenerbahce.
Í landsliðshøpi skjeyt hann 23 mál og var millum annað við til at vinna VM í 2014.