Í minsta lagið 216 menniskju hava latið lív og fleiri eru saknað í einum skjálvta, ið er máldur at vera 7.1.
Skjálvtin rakti beint eftir, at nógv fólk høvdu luttikið í eini jarðskjálvtavenjing, tá tað júst eru 32 ár síðan sterkasta skjálvtan í Mexico City, sum kravdi túsundtals mannalív. Tíðindafólk á staðnum siga sambært BBC, at íbúgvar møguliga hava hildið skjálvtarávaringina verið part av venjingini fyrr á degnum.
Minst 44 bygningar eru rapaðir í jarðskjálvtanum, harímillum fleiri íbúðarbygningar, ein skúli, ein verksmiðja og ein sølumiðstøð. Fleiri enn 20 børn lótu lív, tá skúlin rapaði, og 30 eru enn saknaði.
Neyðhjálparfólk og sjálvboðin royna at bjarga fleiri úr rapaðu bygningunum. Forsetin í Mexico boðar frá undantaksstøðu í raktu økjunum, og herurin er eisini innkallaður at hjálpa við bjargingararbeiðinum.
Hetta er annar harði jarðskjálvtin í Mexico henda mánaðin. 7. september lótu 98 fólk lív í jarðskálvta longur suðuri í landinum.