Mette Thiesen er farin í Danska Fólkaflokkin

Framgongdin hjá Morten Messerschmidt og DF heldur fram. Síðan fólkatingsvalið, tann fyrsta november 2022, er Morten Messerschmidt fríkendur fyri svik við ES pengum, veljarakanningarnar eru positivar og tveir fólkatingslimir eru lagdir afturat tingbólkinum hjá flokkinum

Ragnar Sjúrðarson
6. februar 2023 kl. 18:40

Leysgangarin Mette Thiesen, sum stutt eftir fólkatingsvalið fór úr Nýggju Borgarligu, hevur nú limað seg í Danska Fólkaflokkin. Tað skrivar Jyllands Posten, sum hevur gjørt eina samrøðu við politikaran.

-    Eg havi faktiskt aldrin verið í iva um, at tað skuldi verða Danski Fólkaflokkurin, sigur Mette Thiesen.

Thiesen fór úr Nýggju Borgarligu, og tók sítt mandat úr flokkinum sum leysgangari bert eina viku eftir valið í november. Tað hendi eftir at unnusti hennara kom í miðdepilin í einum innanhýsis ruðuleika í flokkinum.

Eftir at Mette Thiesen fór úr Nýggju Borgarligu hevur tað ligið í luftini, at hon fór at fara í Danska Fólkaflokkin, sum hon síðan valið hevur starvast saman við.

Hon er ikki einasti politikarin frá Nýggju Borgarligu, sum Danski Fólkaflokkurin hevur fingið síðan valið.

Eftir at Pernille Vermund boðaði frá at hon leggur frá sær sum forkvinna, fór Mikkel Bjørn Sørensen úr flokkinum og fór í DF.

Danski Fólkaflokkurin bleiv minsti flokkur á valinum í november við bert fimm fólkatingslimum. 

Nú hevur flokkurin sjey fólkatingslimir, tveir fleiri enn Nýggju Borgarligu, ein fleiri enn Alternativi og eins nógvar sum Radikali flokkurin.