Uppskotið, at strika dýra biðidag er mest umtalaða uppskotið í danska samgonguskjalinum. Serliga hava Danski Fólkaflokkurin, Nýggju Borgarligu, Eindarlistin og fakfelagsrørslan funnist at uppskotinum, og krevja málið út til fólkaatkvøðu.
Fyri løtu síðani fór Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á talarastólin í fólkatingssalinum, at umrøða avtøkuna av dýra biðidegi.
- Uppskotið um at avtaka dýra biðidag verður lagt fram og samtykt, sigur Mette Frederiksen.
Endamálið við at strika dýra biðidag er so at Danmark í 2029 kann rinda 2% av BTÚ til verjuútreiðslur, ið er kravið eitt land skal lúka, fyri at vera limur av NATO.
Teir tríggir stjórnarflokkarnir Vinstra, Javnaðarflokkurin og Moderatarnir kunnu enda við at samráðast einsamallir um eina nýggja verjusemju - um flokkarnir endaliga velja at avtaka dýra biðidag.
Men tað er ikki ynskistøðan hjá stjórnini, sigur Mete Frederiksen.
- Vit ynskja ikki at gera eina smala verjusemju.
Um at danir missa ein heilidag sigur hon:
- Eg meti ikki at tað er nakar trupulleiki, at vit skulu arbeiða ein dag eyka.