Mette Frederiksen troytt av ES – er til reiðar at keypa koppingarevni úr Ísrael

Danski forsætisráðharrin heldur, at tað gongur ov seint við evropeisku koppingarætlanini at fáa koppingarevni. Nú fer Danmark – saman við Eysturríki – at samráðast við Ísrael at keypa koppingarevni, ið er í yvirskoti har

Sigurjón Einarsson
2. mars 2021 kl. 14:10

Um Mette Frederiksen kundi fylt eitt flogfar við koppingarevni, sum eru í yvirskoti, tá hon seinni í vikuni fer til Ísrael at samráðast um júst koppingarevni, so hevði hon gjørt tað.

Tað kom fram undir eini vitjan í Helsingør í dag, nú gongugøtan har letur upp aftur. Høvi var til at seta henni spurningar, og tað var sjálvandi korona, ið spurt var um.

Tað skrivar danska TV 2.

Her kom Mette Frederiksen inn á, at hon er ikki nøgd við evropeiska innsatsin, tá talan kemur til at skaffa nokk av koppingarevnum til tey ymisku londini í ES. Tí fer hon, saman við eysturríkska samveldiskanslaranum, Sebastian Kurz, at samráðast við Ísrael um at keypa koppingarevni harfrá, ið eru í yvirskoti.

Tað gongur ov seint hjá ES

Ferðin til Ísrael verður sæð sum eitt tekin um, at Danmark og Eysturríki eru troytt av koppingarætlanini hjá ES – ið sambært Mette Frederiksen gongur ov seint fyri seg - har Evropiska Samveldið hevur staðið fyri at keypa koppingarevni, sum síðani verða deilt til tey ymisku limalondini.

Danski forsætisráðharrin sigur tó, at hendan ferðin til Ísrael ikki er nakað missálit á ES. Endamálið við ferðini og einari møguligar avtalu við Ísrael er at seta ferðina upp, so fleiri verða koppsett skjótari - kemur ein avtala við Ísrael í hús.

Danskir miðlar vóru áhugaðir í at vita, um Danmark nú er í holt við at ganga egnar leiðir, tá tað kemur til at skaffa koppingarevni, so vildi Mette Frederiksen ikki avsanna hetta.

Hon sóknast eisini eftir eini betri langtíðarætlan fyri at framleiða koppingarevni – eisini í Danmark.

-Vit kunnu gott koma í eina støðu, har vit ikki bert skulu koppseta, men eisini skulu endurkoppseta og fáa eina nýggja koppseting einaferð um árið. Hvør veit, um tað verður oftari, sigur Mette Frederiksen