Mette Frederiksen: Ríkisfelagsskapurin skal mennast

– Samstarvið millum tey trý londini í Ríkisfelagsskapinum skal mennast, segði danski forsætisráðharrin í Fólkatinginum í dag

(Savnsmynd)
Sigurjón Einarsson
17. januar 2023 kl. 16:45

Í dag helt danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, røðu í Fólkatinginum í samband við, at tingarbeiðið fyri 2023 byrjaði í dag.

Undir røðuni kom forsætisráðharrin við einari tøkk til norðuratlantisku umboðini, fyri eitt gott samarbeiði undir samráðingunum at stovna nýggja stjórn.

SMV-stjórnin, ið Mette Frederiksen stendur á odda fyri, hevur tilsamans 89 tingfólk í Fólkatinginum, umframt tey fýra norðuratlantisku umboðini, sum harvið tryggjað stjórnini ein meiriluta.

Eisini kom forsætisráðharrin inn á, at samarbeiðið millum tey trý londini í Ríkisfelagsskapinum skal mennast – og at hetta skal gerast við virðing millum øll trý londini.

– Vit hava sum mál at menna samstarvið millum okkara trý lond. Í øllum viðurskiftum í samarbeiðinum. Á økjum, ið eru yvirtikin. Og á økjum, sum Danmark røkir vegna alt ríkið. Saman fyrireika vit okkum til tær broytingar og avbjóðingar, vit møta, segði forsætisráðharrin millum annað í røðu síni.

Forsætisráðharrin tosaði eisini um tørvin at halda kontaktnevndina við líka. Hendan nevndin varð sett á stovn undir seinastu valskeiði. Her skulu leiðararnir í teimum trimum londunum í ríkinum hittast til at tosa um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

– Vit hava fyri neyðini at tosa um hetta í eini tíð, tá hóttandi kreftir standa beint uttanfyri okkara dyr, segði Mette Frederiksen frá talarastólinum í Fólkatinginum í dag, har hon sipaði til russisku innrásina í Ukraina.

– Danmark – og allur ríkisfelagsskapurin – hava sett hol á eitt nýtt tíðarskeið, tá tað kemur til uttanríkispolitikk. Hetta fer at krevja nakað av okkum øllum, segði forsætisráðharrin.