Mette Frederiksen, sum í donskum miðlum hevur fingið eyknevni “Slette-Mette”, fer í kvøld at halda tíðindafund um tey strikaðu SMS-boðini í samband við minkasakina.
Tað upplýsir forsætisráðharrakvinnan í einum tíðindabrævi til danskar miðlar, skrivar DR.
Minkasakin er ein sak um, har boð vórðu givin – uttan lógarheimild – at allir í minkar í Danmark skuldu takast av døgum í samband við koronufarsóttina. Hetta hendi, eftir at Statens Serum Institut hevði gjørt eina váðameting í samband við, at eitt koronufrábrigdið varð staðfest í minki, sum koppsetingarevni møguliga ikki kundi fáa bilbukt við.
Seinastu dagarnar er Mette Frederiksen veruliga komin í andglettin vegna strikaðu boðini í minkasakini, nú ein arbeiðsnevnd er sett til at kanna málið.
Danski forsætisráðharrakvinnan hevur áður sagt, at hon hevur fingið ráð um at til automatiskt strika SMS-boð á sínari telefon eftir 30 dagar, og tað merkir, at møgulig týdningarmikil SMS-boð í sakini um avlívaðu minkarnar nú skulu endurskapast við hjálp frá løgregluni.