Seinasta samdøgrið eru met nógv deyð av korona í USA. Landið er nú langt frammanfyri lond sum Italia, Kina og Spania í tali av smittaðum.
Frá mánakvøldinum til mikumorgunin, okkara tíð, vaks talið av deyðum við yvir 1.000. Talið av deyðum í USA, sum antin eru deyð av ella við korona, er sostatt yvir 4.000 fólk, sambært tølunum frá John Hopkins University mikumorgun.
Talið av smittaðum í USA er nú 189.633, og tað er nógv fleiri enn tað er í Italia, sum hevur skrásett 105.792 tilburðir, og Spania sum hevur 95.923. Kina er nummar fýra á listanum við 82.301.
Staturin og býurin, New York, er nógv harðast rakta økið í USA í løtuni.
Týsdagin minti Donald Trump, forseti, amerikanarar á at halda seg innandura og halda seg til tilmælini frá myndugleikunum. Og hann ávaraði eisini um, at ein sera tung og trupul tíð liggur fyri framman.
Metingar hjá Hvítu húsunum siga, at sjálvt í allar besta føri og við bestu handfaring av koronakreppuni, rokna tey við, at umleið 100.000 til 200.000 amerikanarar fara at doyggja av sjúkuni.