MeToo hevur givið Monica Lewinsky nýggja fatan av Clinton-málinum

MeToo-rørslan hevur givið Monica Lewinsky eina nýggja fatan av tí, sum fyri 20 árum síðani hendi millum hana og Bill Clinton...

Alda Nielsdóttir
27. februar 2018 kl. 11:51

MeToo-rørslan hevur givið Monica Lewinsky eina nýggja fatan av tí, sum fyri 20 árum síðani hendi millum hana og Bill Clinton, ið var forseti í USA tá.

Í dag meinar hon, at forsetin misnýtti støðu sína.

Tað sigur nú 44 ára gamla Lewinsky í blaðnum Vanity Fair.

Tað, ið hendi millum Bill Clinton og meg var ikki kynsligur ágangur, hóast vit í dag ásanna, at talan var um grova valdsmisnýtslu, skrivar hon millum annað.

Á sosialu miðlunum hava kvinnur kring heimin í fleiri mánaðar deilt upplivingar við kynsligum ágangi framdar av valdsmiklum monnum í politikki, undirhaldsgreinini og miðlaheiminum. Nógvu MeToo-frásøgnirnar hava broytt áskoðanina hjá henni. Sambandið millum hana og Bill Clinton varð umrøtt í miðlunum kring allan heimin.

Monica Lewinsky greiðir frá, at hon ein dagin fekk eini boð frá "ein av teimum djørvu kvinnunum" úr MeToo-rørsluni, ið segði: "Eg eri so kedd av, at tú vart so einsamøll".

Orðini raktu hana beint í hjartað og fingu hana at gráta, fortelur hon.

At eg gjørdi ein feil kunnu vit øll verða samd um, sigur hon, men at vera einsamøll var ræðuligt.

Lewinsky skrivaði fyri 4 árum síðani í Vanity Fair, at sambandið millum hana og Clinton var grundað á samtykki.

Men nú sum 44 ára gomul eri eg byrjað at hugsa um ómetaliga stóra munin millum ein forseta og ein praktikant í Hvíta Húsinum, sigur hon.

Hann var stjórin hjá mær. Hann var valdmiklasti maður á jørðini. Hann var 27 ár eldri enn eg og hevði nóg mikið av lívsroyndum til at vita betur, sigur hon.

Lewinsky skrivar samstundis, at alt var øgiliga innviklað, og at hon ikki fiskar eftir umbering fyri tað, ið hendi í Hvíta Húsinum.

Hon greiðir frá, at hon fyri nøkrum árum síðani fekk staðfest posttraumatiskt stresssyndrom. Ein avleiðing av viðferðini hon fekk tá.

Bill Clinton noktaði fyrst at hava havt samband við Monica Lewinsky, seinni ásannaði hann, at hann hevði havt óhóskandi samband við hana.

Kelda: Politiken