Metnógvir tilburðir í Danmark

Donsku myndugleikarnir hava skrásett 1.427 nýggjar koronatilburðir seinasta samdøgrið, og tað er met. Men talið skal síggjast í tí samanhangi, at metnógvar kanningar eru gjørdar, siga myndugleikarnir

Sveinur Tróndarson
6. november 2020 kl. 13:11

Tað leikar hart á við korona í Danmark.

Seinastu dagarnar hava myndugleikarnir hert krøvini, og tað hevur meira ella minni havt við sær, at Norðurjylland er avbyrgt.

Høvuðsorsøkin til tað er, at ein nýggjur variantur av korona er staðfestur millum sjúklingar í fleiri býum í Norðurjyllandi, ein variantur, sum stavar frá minkum, og tí hava myndugleikarnir gjørt av at drepa allar minkar í Danmark. Byrjað verður í Norðurjyllandi, men allir minkar skulu drepast.

Harumframt verða nógv tiltøk sett í verk, sum skulu steðga smittuspjaðingini, og í stuttum inniber tað, at hesin parturin av Danmark verður stongdur. Listin av tiltøkum er langur og harður, og støðan Norðurjyllandi kann lættliga samanberast við støðuna í Føroyum í ár, tá alt meira ella minni var stongt.

Orsøkin til ógvusligu reaktiónina er sjálvandi, at talið av nýggjum tilburðum er so høgt sum tað ongantíð áður hevur verið. Í dag boðaðu donsku myndugleikarnir frá, at teir høvdu funnið 1.427 nýggjar tilburðir, og tað er tað hægsta talið síðan korona-smittan varð staðfest í Danmark.

Í løtuni eru 191 fólk innløgd í Danmark og í alt eru 738 fólk deyð við korona síðan fyrst í marts mánað.