Methøgur hiti í Vietnam

Hitin er í løtuni so mikið høgur ymsastaðni í Vietnam, at omanfyri 100 hitamet vórðu sett í apríl, hetta sambært vietnamesisku veðurstøðini.

Rúni Korsgaard
4. mai 2024 kl. 14:50

Seinastu vikurnar hevur ein hitabylgja herjað í londunum í bæði suðurpartinum og landsynningspartinum av Asia, har fleiri hitamett eru sett, eitt nú í Tailandi og Bangladesj.

Í Vietnam var hitin fyrr í vikuni mátaður at vera 44 hitastig í tveimum býum, sum er tætt at hitametinum í Vietnam, ið er 44,2 hitastig.

Ógvisligur hiti og mangul á svalandi regn hevur ført til, at fólk hava latið lív og skúlar eru afturlatnir bæði á Filipsoyggjunum og í India. Serfrøðingar vísa á, at slíkar veðurlagsbroytingar eru ábending um longri, sterkari og vandamiklari hitabylgjur.

Tøl frá veðurstøðini í Vietnam vísa, at landið var rakt av sterkum hitabylgjum tríggjar ferðir í apríl mánaða.

Eitt hitt mest dramatiska tekinið var í sunnanverta landslutinum Dong Nai, har hundraðtúsundtals av deyðum fiski lá og rak í 300 stóra hektar vatnbrunninum Song May, so at vatnið næstan ikki sást undir fiskateppinum.