Methøgt vitjanartal á Listasavni Føroya

Listasavn Føroya hevur í 2021 upplivað ein stóran vøkstur í vitjanartalinum við 35 prosentum í mun til í 2020, sum eisini var eitt sera væl vitjað ár

Tíðindaskriv
21. desember 2021 kl. 16:36

Heili 17.065 gestir hava vitjað savnið í 2021. Hetta er í tíðarskeiðnum frá 1. jan. - 1. nov., tá savnið læt aftur vegna umvæling.  

Økingin í vitjanartalinum stendst serliga av mongu føroysku gestunum, sum hava vitjað savnið í ár. Tað hava nevniliga verið væl færri útlendingar í bæði 2020 og 2021 samanborið við undanfarin ár, áðrenn koronu.

Samanborið við 2019, so hava 90 prosent fleiri føroyingar vitjað Listasavn Føroya. 

Karina Lykke Grand, stjóri, sigur soleiðis um methøga vitjanartalið:  

- Vit eru ótruliga fegin um mongu vitjanirnar og gleða okkum til at lata upp aftur 1. februar við  nógvum spennandi framsýningum og tiltøkum. Vit stremba alla tíðina eftir at menna okkara tilboð og skapa góðar listaupplivingar fyri øll.

Listasavn Føroya letur upp aftur 1. februar 2022.