Vanliga er útbreiðslan av beinakrími í Danmark hægst í desembur-mánaði. Soleiðis er ikki í ár. Nú hækka tølini miðvíst eftir at hava verið óvanliga lág seinastu tvey árini.
Í løtuni sæst ein miðvís hækking av tølunum í størsta parti av Danmark. Seinastu vikurnar er talið av smittaðun tvífaldað frá viku til viku. Farnu vikuna varð talið av smittaðum 1.179.
Flest tilburður av “Influenza A”
Samanlagt hesa hálvuna eru 2533 tilburður av beinkrím-tilburðum staðfestir. Flestu tilburðirnir - í alt 2459 - koma undir tað slagið av beinkrím, sum vit kalla A/H3N2.
H3N2 er eitt kent slag av beinkrími, sum vit eisini kenna her heima. H3N2 er somuleiðis við í koppsetingini, ið fleiri fáa sær hvønn vetur. Tó hevur hendan týpan lyndi til at broytast, og tí kann virknaðurin av koppsetingini minka. Í ár eru broytingar sæddar í virussinum, sum er í umferð og hetta kann merkja, at koppsetingin hevur niðursettan virknað.
Beinkrímið er funnið í øllum aldursbólkum, men tað eru serliga børn og yngri parturin av fólkunum og tey eldru yvir 85 ár, ið eru rakt av kríminum.
Kelda: Ssi.dk