Mest umráðandi ávaringarnar frá Stephen Hawking

Víðagitni bretski náttúruvísindamaðurin Stephen Hawking andaðist mikumorgunin 76 ára gamal. Í livitíð sínari, gav Hawking...

Alda Nielsdóttir
15. mars 2018 kl. 21:58

Víðagitni bretski náttúruvísindamaðurin Stephen Hawking andaðist mikumorgunin 76 ára gamal. Í livitíð sínari, gav Hawking stórt íkast til náttúruvísund, m.a. við granskingini innan svørt hol.

Eisini kom hann við fleiri ávaringum til mannaættina, og í sambandi við deyða Stephen Hawkings hevur Videnskab.dk savnað fýra av mest umráðandi ávaringunum frá honum til síni medmenniskju.

1. Setið tykkum ikki í samband við aliens

Hawking var vísur í, at vit ikki eru einastu intelligentu verunar í alheiminum, og at tað hevði borið til hjá okkum at funnið 'aliens'.

Tó helt hann eisini, at tað hevði verið eitt stórt mistak, um vit royndu at seta okkum í samband við tey.

"Sum eg eri vorðin eldri, eri eg vorðin meira sannførdur enn nakrantíð um, at vit ikki eru einsamøll," segði Stephen Hawking í filminum "Stephen Hawking's Favourite Places".

Í filminum ávarar hann okkum móti at seta okkum í samband við aliens, um vit koma fram á tey, tí at ein fremmand menning kanska heldur okkum vera minni ment og løtt at vinna á.

2. Lat ikki eftirgjørt vit hugsa sjálvt

Summarið 2015 skrivaði Stephen Hawking eitt opið bræv, har hann ávaraði heimsins leiðarar um ikki at lata eftirgjørt vit verða misnýtt til at menna hernaðarvápn, ið hugsa sjálvi.

Hawking stúrdi fyri eftirgjørdum viti, eisini nevnt AI (Artificial Intelligence), ikki tí at maskinur vóru óndar, men tí at eitt eftirgjørt vit fer at hava eina natúrliga trongd til at yvirliva og menna seg.

Júst sum menniskju ikki avgjørt eru ónd og hata meyrur, hóast vit traðka á tær, og góðtaka, at ein meyrutúgva verður oyðiløgd í sambandi við eina nýggja samfelagsverkætlan.

"Lat okkum ikki gera manaættina til eina meyrutúgvu", segði Stephen Hawking.

3. Global upphiting oyðileggur okkara jørð

Ein av stórstu trupuleikunum hjá mannaættini er stóru avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum. Hesum var Stephen Hawking samdur í, og hann tók framtíðarhugsanir sínar eitt fet longur enn flestu náttúruvísindafólkini.

Tá hann tosaði um, hvaðar jørðin var ávegis, segði hann:

"Vit nærkast einari vend, har eingin vegur er aftur frá globalari upphiting. Avgerðin hjá Trump (um at taka USA úr París-avtaluni, red.) kann skumpa veðurlagið útav til okkurt, ið líkist tí hjá gongustjørnuni Venus við 250 hitastigum og sýruregni," segði hann við BBC News.

Tó eru ikki øll náttúruvísindafólk samd um, at jørðin fer at enda sum Venus, men Stephen Hawking var ikki einasti granskarin, ið heldur, at vit nærkast einari vend.

Í opnum brævi í 2017 ávaraðu 15.000 vísindafólk um, at vit noyðast at traðka til umgangandi fyri at bjarga okkara jørð.

4. Ov stórur fólkavøkstur fer at kvala okkum

Stephen Hawking hugsaði eisini um, hvussu jørðin skuldi halda fram at húsa okkum øllum.

Hann ávaraði longu í 2010 móti stóra fólkavøkstrinum, og síðan tá er fólkatalið á jørðini vaksið við hálvari milliard. Í dag búgva uml. 7,6 milliardir fólk á jørðini.

"Heldur hetta fram, fara vit at vera 11 milliardir fólk á jørðini í ár 2100. Luftin er vorðin meira dálkað tey seinastu seks árini. Fleiri enn 80 prosent av býaríbúgvum eru komin í vanda vegna luftdálking," segði Hawking í samrøðu við amerikanska vertin Larry King í 2016.

Hagtøl hjá Hawking stava frá ST-frágreiðing frá 2017. Hawking helt, at í framtíðini fer luftin at vera so dálkað, at vit menniskju ikki longur fara at kunna búgva á jørðini.

Tí helt hann, at vit áttu at ognartaka nýggjar gongustjørnur innanfyri tey næstu 100 árini.

Livdi nógv longri enn væntað

At Stephen Hawking bleiv 76 ár var nógv meira, enn nakar tordi at gera sær vónir um, tá hann fyrst í 20-árinum fekk staðfest nervasjúkuna ALS.

Tá spáddu læknar, at hann bert fór at liva nøkur fá ár afturat. Men sum kunnugt gongur ikki altíð sum spátt verður.

Sjálvur segði Stephen Hawking, at hann helt uppat at vænta sær nakað av lívinum sum 21 ára gamal, og at alt aftaná tað bert var ein eyka ágóði.

"Hóast mannaættin kanska er undir trýsti á nógvum økjum, hevur hon verið øgiliga heppin at hava Stephen Hawking so leingi, sum hon hevði," skrivar Videnskab.dk

Sí eisini: Soleiðis minnast fólk Stephen Hawking