MEST letur køli- og buffarakar til MOWI
Neyðugt var við einum stórum lastbili og løgregluni at fylgja við á túrinum
Ragnar Sjúrðarson
13. november 2023 kl. 17:30
Tað vóru ikki sørt spennandi myndir tá nýggja 30 m3 buffara- og kølikari, “Twister”, var flutt til MOWI á Strondum. Sum tað sæst á myndunum var neyðugt við einum stórum lastbili og løgregluni at fylgja við á túrinum umvegis undirsjóvartunnil millum Runavík og Strendur.
Tað skrivar MEST á síni heimasíðu.
Karið verður brúkt til buffara, køling og útbløðing av laksi – til tess at fáa ta bestu góðskuna.
MEST lat í desember eitt líknandi buffara kar til Bakkafrost – tó nakað minni enn hetta.
Myndir: Ólavur Frederiksen.