MEST er við í grønari ferju verkætlan

Sum partur av verkætlanini verða eisini gjørdar metingar um framtíðar orkutørv og hvussu ein gongd leið kundi sæð út fyri, at Føroyar sum heild í framtíðini kann røkka 0-útláti fyri føroyska flotan

MEST Shipyard
12. september 2024 kl. 18:01

MEST er sum kunnugt í gongd við at tekna og projektera nýggjar ferjur til Strandfaraskip Landsins. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt nú í heyst, og síðani verður byggingin boðin út. Fyri tørni standa Kalsoyarferjan og ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.

Sum liður í hesum arbeiði er MEST komið við í eitt Norðurlanda samstarv, har eitt aðalmál er at fáa sniðgivið grønar ferjur. Høvuðs denturin í verkætlanini “GREEN SEA FAROE” er at sniðgeva tvær ferðafólkaferjur, sum vísa ítøkiligar, rein-orkuskipanir, sum eru grundaðar niðurstøður frá verkætlanini, skiparakstrarkrøv og innlit frá royndum skipasniðgevum á MEST.

Sum partur av verkætlanini verða eisini gjørdar metingar um framtíðar orkutørv og hvussu ein gongd leið kundi sæð út fyri, at Føroyar sum heild í framtíðini kann røkka 0-útláti fyri føroyska flotan. Úrslitini frá verkætlanini kunnu verða til fyrimuns fyri Føroyar, men eisini fyri onnur minni oyggjasamfeløg – eins og fyri Norðurlond sum heild.

Stigtakarar til verkætlanina eru Orka á Umhvørvisstovuni saman við Nordisk Energiforskning, sum er stovnur í Norðurlanda Ráðharraráðnum.

Norðurlendska fíggingin kemur frá Nordisk Energiforskning, Trafikverket í Svøríki, Orkustofnun í Íslandi og Strandfaraskip Landsins í Føroyum.

Tey sum taka lut í verkætlanini eru: MEST, Umhvørvisstovan, Lund Universitet og World Maritime University í Malmø. Eygleiðara luttakarar eru: SEV, Brunvoll Mar-El úr Noregi og Tórshavnar Havn

Í samband við verkætlanina høvdu vit vitjan av okkara samstarvsfelagum úr Svøríki, á útferð í Kalsoynni í góðveðrinum í seinastu viku.