Kristian Thulesen Dahl úr Dansk Folkeparti, hevur boðað frá, at hann ynskir at trekkja seg aftur sum formaður í flokkinum. Formaðurin boðaði frá hesum aftaná ræðuliga kommunuvalið og regionsvalið fyrr í mánanum. Í hesum sambandi hevur DF innkallað til at eykaaðalfund tann 23. januar, har nýggjur formaður skal veljast.
Í samband við, at Kristian Thulesen Dahl hevur valt at trekkja seg sum formann, so hava Morten Messerschmidt og Peter Kofod boðað frá, at teir stilla upp saman. Hetta merkir, at Messerschmidt stillar upp sum formaður og Kofod sum næstformaður. Soleiðis boðaði Morten Messerschmidt frá í eini samrøðu við danska fjølmiðilin Berlingske. Í løtuni er Messerschmidt næstformaður í flokkinum, ímeðan Kofod er limur í Europa-parlamentinum.
Tað hava verið fleiri gitingar í donsku fjølmiðlinum um, hvør nýggi formaðurin í Dansk Folkeparti skal vera, men tað eru serliga tvey nøvn, sum hugt verður eftir. Tað er núverandi næstformaðurin í flokkinum Morten Messerschmidt og Inger Støjberg, fyrrverandi næstforkvinnan í Venstre, sum nú er uttanflokka.
Tó er tað ikki so einfalt hjá nøkrum av teimum, av tí at bæði í løtuni hava rættarmál ímóti sær, sum ikki eru liðug enn. Messerschmidt varð í august mánað dømdur seks mánaðir treytaða fongsulsrevsing, men hann hevur kært dómin til landsrættin. Samstundis hevur Inger Støjberg í løtuni eina ríkisrættarsak koyrandi ímóti sær og inntil hon er avgjørd, verður hon ikki forkvinna í Dansk Folkeparti. Haraftrat er hon heldur ikki vorðin limur í flokkinum enn.
Peter Kofod, ið stillar upp sum næstformaður hjá Morten Messerschmidt, hevur eisini verið í uppskoti sum formaður í DF.
Av tí at, fleiri rættarmál eru í gongd og nógv enn er óvist í flokkinum, so hava Messerschmidt og Kofod roynt at gjørt tað greitt, hvørjar ætlanir og avtalur teir hava. Ein avtalað er, at um Morten Messerschmidt gert formaður, men samstundis ikki verður frífunnin, so fer Messerschmidt frá sum formaður og Kofod tekur yvir. Messerschmidt og Kofod hava eisini boðað frá, at um Støjberg stillar upp til formansval, so stilla teir ikki upp ímóti henni. Eisini hava fleiri limir í Dansk Folkeparti boðað Inger Støjberg frá, at teir stuðla henni og ynskja, at hon stillar upp.
Valevnini til formanssessin í Dansk Folkeparti skulu melda seg til valevnislistan í seinasta lagi sjeynda januar í 2022. Tá er ríkisrættarsakin ímóti Støjberg liðug, tó er sakin í landsrættinum ímóti Messerschmidt ikki liðug tá.