Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september.
Hvørgin av merktu grindunum hava seinastu vikurnar ferðast serliga víða.
Fuglafjarðagrindin (blá strika) hevur hildið seg norðarlaga í Hatton-Rockall lægdini, millum Georg Bligh og Hatton bankarnar, á 59 breiddarstigum.
Klaksvíksgrindin (reyð strika) er í løtuni 550 fjórðingar longur suðuri, sunnan fyri eystur-Thulean brattan, ið er á umleið 50 breiddarstigum.
Sendarin á hvalinum úr Fuglafirði mátar dýpi. Hesin hvalurin kavar regluliga niður á 500-800 metrar, og málda kavtíðin er javnan millum 10 og 15 minuttir. Ferðin, hvalurin kavar við, er sostatt um 2 m/s.