Merktu grind í Klaksvík

Tað eydnaðist at reka grindina inn á Klaksvík og fólk frá Havstovuni merktu tveir hvalir

hav.fo
17. september 2024 kl. 23:02

Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja nakrar hvalir. Tað eydnaðist at reka grindina inn á Klaksvík og fólk frá Havstovuni merktu tveir hvalir. 

Fólk frá Kringvarpinum vóru við og gjørdu eitt innslag, sum varð sent í Degi og Viku sama kvøldið.

Spennandi verður at fylgja við, hvar ið hesir báðir hvalirnir fara.

Havstovan takkar hjartaliga øllum, sum hjálptu til við merkingini, og vónar at sendararnir fara at virka leingi.