Merkt grind ferðast støðugt suðureftir

Ferðin er í miðal tveir fjórðingar um tíman

hav.fo/Bjarni Mikkelsen
15. oktober 2024 kl. 21:15

Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir.

Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er hon nú komin suður á 52. breiddarstig. Ferðin er í miðal tveir fjórðingar um tíman, so hon mest sum damlar suðureftir.

Merkta grindin úr Fuglafirði, ið nú hevur verið merkt í hálvan annan mánað, hevur yvirhøvur hildið seg longur norðuri; í seinastuni mest í hellingini norður av Rockallbankanum.

Seinastu tveir dagarnar hevur hon aftur ferðast norðeftir, og er nú komin norður í dýpið millum Ytra- og Ytstabanka.