Merkisdagar á Glasi
Tveir útbúgvingarleiðarar vórðu heiðraðir fyri at hava arbeitt ávikavíst 40 og 25 ár
glasir.fo
7. desember 2024 kl. 21:30
Týsdagin 3. desembur vóru merkisdagar á Glasi, har hátíðarhald var fyri starvsfólki, sum høvdu starvsdag, og sum fóru frá vegna aldur.
40 ára starvsdagur var fyri Olavi Absalonsen og 25 ára starvsdagur fyri Ainu L. Knudsen, bæði útbúgvingarleiðarar á Glasi.
Heiðraði vórðu eisini Jógvan Elias á Løgmannsbø, verkvørður, og Kimma Thomsen, reingerðarfólk, sum í næstum gevast vegna aldur.
Á myndini omanfyri eru frá vinstru: Jógvan Elias á Løgmannsbø, Kimma Thomsen, Aina L. Knudsen og Olav Absalonsen.