Beint nú liggur eitt rættiliga sermerkt kinesiskt skip eystan fyri Føroya.
Fólk, sum hava fylgt við, siga, at tað hevur ligið sunnan fyri Suðuroynna í fleiri dagar, men er nú farin eystan fyri Føroyar, har tað er enn.
Talan er um skipið, Wei Xiao Tian Shi, sum er serútgjørt til okkurt serstakt endamál. Tað er komið úr Kina og skuldi til Kirkenes, heilt har norðuri í Noregi, hagar tað skuldi verið komið fyri meiri enn eini viku síðani, Men sambært tí siglingarætlanini, tað komið rættiliga langt av kós, tí ístaðin hevur tað ligið undir Føroyum.
Myndugleikarnir í Føroyum hava onga viðmerking yvirhøvur. Vørn beinir okkum víðari til Arktisk Kommando.
Men haðani er einasta viðmerking, at tey vita um skipið og fylgja við tí - og aðrar viðmerkingar hava tey ikki.
Nú sær tað kortini út til at hava sett kós ímóti Kirkenes við umleið 10 míla ferð.