Sambært búskaparráðnum, so koma tað at mangla 700 starvfók innan heilsu- og umsorganarøkið og dagstovnaøkið tey komandi 10 árini. Tí eiga vit at skipa okkara útbúgvaringarskipan soleiðis, at vit megna at lofta komandi avbjóðingum á hesum økjum.
Dagstovnalógin sigur, at tað skulu vera 2/3 námsfrøðingar, sum skulu arbeiða á dagstovnaøkinum, men støðan er tann, at vit sum samfelag langt frá halda hesa lógaráseting, og hóast fleiri flokkar eru raðfestir á námsfrøðiligu útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, so røkka vit framvegis ikki málinum.
Ásannandi hesa avbjóðing fór Tórshavnar kommuna undir eina meritútbúgving í Danmark í februar í ár, har starvfólk innan dagstovnaøkið kunnu fara til Danmarkar at fáa eina meritútbúgving, tvs at tær royndir tú hevði gjørt tær á dagstovnaøkinum kundu teljast við í tína útbúgving.
Talan er um eina sokallaða professiónsbacelor, ið telur 160 ECTS stig og tekur 3,5 ár, ella 7 semestur. Ìmeðan tú lesur skalt tú 2 ferðir í praktikk pr semestur og fær løn, meðan tú tekur útbúgvingina, tó ikki meðan tú ert í skúla. Tú kanst taka útbúgvingina á netinum, og skalt bert til Danmarkar í eina viku í byrjanini og í endanum á hvørjum semestri.
Tað vóru 21 persónar, sum byrjaðu at taka hesa útbúgving í februar í ár og væntandi vera tað 25 persónar, ið verða tiknir upp komandi ár. Sum samfelag eiga vit tó at skipa okkara útbúgvingar soleiðis, at vit í størstan mun kunnu taka hesar útbúgvingar í Føroyum, heldur enn at verða noydd at senda fólk av landinum, og at skipa eina meritútbúgving (professiónsbacelor) hevði verið so upplagt at skipa í Føroyum. Tí er ein skrivligur fyrispuringur settur landsstýrismanninum um hesi viðurskifti.
Annika Olsen,
tingkvinna fyri Tjóðveldi