Summarfestivalurin upplýsir í dag, at rockorkestrið, Hamradun, verður eitt av orkestrunum, sum fara at spæla á ársins summarfestivali í Klaksvík
– Við mergjaðum rocki hevur teir tikið land og fólk. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev, siga fyrireikararnir, nú teir kunngera, at Hamradun skal spæla í Klaksvík.
Teir sig, at tað ger Hamradun til eitt heilt serstakt orkestur, – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum.
Á odda fyri orkestrinum er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun.
– Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann, fram um mong onnur, hevur verið við til at skapa og menna, siga fyrireikararnir
Orkestrið er væl samanspælt og teirduga framúr væl at leggja tónleik til rættis og at spæla hann.
Hamradun var stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við á tiltøkum ymsastaðni í Europa.
Fyrr í ár kom Hamradun við frálíku útgávuni »Nætur níggju« og hevði útseldar útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum. Nú koma teir aftur á Summar Festivalin at hava konsert. Áður hava teir havt framúrskarandi framførslur á Vágsbø.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.