Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er byrjað

Kommunan fegnast um mentanarvikan er skotin væl í gongd

Mynd: Rógvi Langgaard
Fríðmundur Nattestad
24. apríl 2024 kl. 10:30

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er í hesum døgum, og heldur fram til og við 28. apríl.

Runavíkar kommuna fegnast um, at vikan longu er skotin væl ígongd, og lýsir vikuna soleiðis:

Fleiri ferniseringar hava verið, og nógvar listasýningar eru at fara til komandi dagarnar. Tað hevur verið dansað, sungið, kjakast og mangt annað.

Mentanarvikan í ár liggur sera væl fyri við heili fýra frídøgum á rað. Her eru tiltøk til bæði børn, ung og eldri, og okkurt til øll áhugamál; gongutúrar, verkstovur, barna- og familjutiltøk, fyrilestrar, konsertir, kvøldsetur og mangt annað.

Í Funningi verður spennandi barna- og famljutiltak við heitinum ”Grímsleikir”. Uppliv víkingaleikir, pannukøkur og síggj smiðin arbeiða. Vælumtóktu bóndagarðsdagarnir í Æðuvík eru eisini í ár.

Góður matur og drekka er eisini at fáa, eitt nú í heimablídni í Elduvík og Oyndarfirði, og bátablídni við bátahylin í Runavík.

Í Skótahúsinum við Løkin verður skipað fyri pop-up marknaði fyri smærri fyritøkur, umframt listasýningar og framførslur.

Jú, mangt er at gleða seg til. Sí skránna og nærri kunning á www.mentanarvikan.fo.

Rógvi Langgaard hevur tikið myndirnar omanfyri.