Mentanarnáttin í Havn verður í juni

Hevur tú okkurt tiltak, sum tú kundi hugsað tær at fingið við í skránna, ber enn til at søkja um hetta

Tíðindaskriv - Tórshavnar kommuna
15. apríl 2024 kl. 19:30

Fríggjakvøldið 7. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.

Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og hevur tú okkurt tiltak, sum tú kundi hugsað tær at fingið við í skránna, ert tú vælkomin at senda teldubræv til torsinfo@torshavn.fo ella ringja á tel 30 24 25.

Seinasta freist at lata tilfar til skránna er mikudagin 15. mai 2024.