Mentanarnáttin 2024: TUTL

Fleiri konsertir eru á skránni

Fríðmundur Nattestad
5. juni 2024 kl. 21:00

Fríggjakvøldið klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Eitt av støðunum sum til ber at vitja er handilin hjá TUTL.

Hugnaligi handilin hjá TUTL hevur opið allan dagin. Har fæst hópin av tilfari av føroyskum tónleiki. Fløgur, plátur, klæði o.s.fr.

Á mentanarnáttini vera eisini fleiri tónleikaframførslur í handlinum.

 

Upplatingartíðir
10.00 – 23.00

Skrá
16.00: Yggdrasil
19.30: Fólkadansiframførsla við "Les Lanciers"
20.30: Tina Mellem
21.30: Føroyskur dansur á Káta Horninum

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.