Mentanarnáttin 2024: Tjóðsavnið

Fá rundvísing í urtagarðinum

Fríðmundur Nattestad
5. juni 2024 kl. 22:20

Fríggjakvøldið klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Tjóðsavnið.

Framsýningin í Tjóðsavninum í Brekkutúni er opin. Millum annað sæst ein serframsýning við tólv broderaðum vestastykkjum, ið Paulina M. K. Eliasen hevur broderað. Paulina hevur sniðgivið mynstrini við íblástri frá føroysku náttúruni. Eisini er annað tilfar, ið lýsir arbeiði hjá Paulinu at síggja.

 
Upplatingartíðir
10.00 – 18.00

Skrá
15.00 – 18.30: Føroysk plantusøla og rundvísing í urtagarðinum í Kúrdali.
15.00: Annleyg hevur rundvísingar í urtagarðinum
15.30: Annleyg hevur rundvísingar í urtagarðinum
18.00: Annleyg hevur rundvísingar í urtagarðinum
18.30: Annleyg hevur rundvísingar í urtagarðinum

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.