Mentanarnáttin 2024: Tjóðpallurin

Skemtiligi leikurin um Morgunfríða, abban og ommuna, Paula og Viggo og øll hini verður at síggja á mentanarnáttini

Fríðmundur Nattestad
6. juni 2024 kl. 23:45

Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Tjóðpallurin.

Millum best umtóktu barnabøkur í Føroyum seinnu árini hava verið bøkurnar “Og mamma!” og “1-1-2 Fuglafjørður” hjá Elini á Rógvu.

Bøkurnar snúgva seg um tann heldur óvanliga hanan, Morgunfríða, og í sambandi við mentanarnáttina verða bøkurnar gjørdar um til leik.

Tað er á Tjóðpallinum, at skemtiligi leikurin um Morgunfríða, abban og ommuna, Paula og Viggo og øll hini verður at síggja á mentanarnáttini.

Um tú ongantíð hevur sæð ein hana í reyðum smekkubuksum, skalt tú biðja ommu ella abba ella onkran heilt annan keypa atgongumerki á atgongumerki.fo og biðja tey koma við til sjónleik á Tjóðpallinum – og mamma! Leikurin er ætlaður børnum og vaksnum úr 3 árum.

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.