Mentanarnáttin 2024: Sjóðsavnið

Síggja alt tað margfeldi, sum er í havinum kring Føroyar

Fríðmundur Nattestad
6. juni 2024 kl. 23:15

Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Sjóðsavnið.

Ein vitjan á Sjósavninum á Argjum er altíð eitt “hitt” hjá børnum, og í sambandi við mentanarnáttina hevur Sjósavnið opið frá klokkan 16 seinna partin til klokkan 21 á kvøldi, og tað er ókeypis atgongd.

Hugaligt er hjá børnum og vaksnum at koma inn á gólvið og síggja alt tað margfeldi, sum er í havinum kring Føroyar. Hjá nógvum er tað ein forkunnug uppliving til dømis at sleppa at halda í einum krabba ella einum krossfiski, men tað ber til á Sjósavninum, sum avgjørt er eina vitjan vert.

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.