Mentanarnáttin 2024: Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið dyrnar upp, og ikki minst er tað Bamsuskaðastovan, ið er væl umtókt

Fríðmundur Nattestad
6. juni 2024 kl. 22:45

Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Sum vant mentanarnáttina letur Landssjúkrahúsið dyrnar upp, og ikki minst er tað Bamsuskaðastovan, ið er væl umtókt.

Tað hevur verið eitt afturvendandi tiltak á mentanarnáttini í nøkur ár nú, at Landssjúkrahúsið hevur havt eina sonevnda Bamsuskaðastovu, har børn kunnu koma við teirra sjúku bamsum, og so standa bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar klár at taka ímóti. Børnini eru við til at hjálpa læknunum at finna diagnosuna og til at viðgera sjúklingin. Bamsuskaðastovan er opin frá 17 til 19.

Frammanfyri høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum standa sjúkrabilar, sum børn og bamsur kunnu vitja.

Millum klokkan 18.00 og 19.00 verður gongutúrur í tunlinum og vitjan í  krígshospitalinum. Byrjað verður við Eirargarð 13, Fyrisitingarbygningurin. Gingið verður í tunlinum undir Eirargarði og víðari undir J.C. Svabosgøtu oman í grøna bygningin. Á vegnum verður steðgað og greitt frá, har Krígshospital ætlandi skuldi vera undir kalda krígnum. Túrurin er áleið ein kilometur langur og tekur umleið 20 minuttir.

Og millum klokkan 18.00 og 20.00 ber til at njóta útsýnið av takinum á grøna bygninginum. Frá forhøllini verður møguleiki at ganga tey 164 trapputrinini upp á ovastu hædd og út á takið at njóta útsýnið yvir høvuðsstaðin.

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.