Mentanarnáttin 2024: Landsbókasavnið

Forvitnislig framsýning á Landsbókasavninum

Fríðmundur Nattestad
6. juni 2024 kl. 22:15

Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Landsbókasavnið.

Landsbókasavnið skipar fyri forvitnisligari framsýning við 60 myndum eftir donsku listakvinnuna Floru Heilmann. Myndirnar á framsýningini eru allar málaðar í tíðarskeiðnum 1903-­1931, og tær eru partur av eini gávu, sum Flora Heilmann gav Landsbókasavninum í 1931.

Í forhøllini sýnir høvundurin og listafólkið Rakel Helmsdal fram. Framsýningin, sum ber heitið Dreymsmiðjan, er ein prosess framsýning við verkum um at smíða dreymar.

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.