Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.
Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.
Eitt av teimum tiltøkum, sum ivaleyst mong børn hava áhuga í mentanarnáttina, er at koma á vitjan í Kringvarpinum. Har verður nevnliga boðið inn at vitja Vinus og Vímus studio, og børnini sleppa handan leiktjøldini at hitta Vimús og sleppa heilt nær at studionum.
Eisini verður myndaframsýning í Kringvarpinum undir heitinum “Fuglarnir í linsuni hjá Silasi Olofson”, og sum navnið sigur, er talan um myndaframsýning við mynd um av fuglum, sum Silas Olofson hevur tikið. Eisini ber til at práta við Silas Olofson um, hvussu hann ber seg at, og hann greiðir eisini frá, hvussu hann byrjaði, og gevur góð ráð í sambandi við eygleiðing av fugli.
Ein annar møguleiki í Kringvarpinum hendan dagin er at royna seg í parkour saman við Markusi Køtlum, sum hevur drúgvar royndir á økinum og fegin vil læra børnini ymisk triks.