Mentanarnáttin 2024: Irish Pub

Livandi tónleikur við Kim Hansen

Fríðmundur Nattestad
5. juni 2024 kl. 22:00

Fríggjakvøldið klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Irish Pub.

Irish Pub hevur verið sera væl umtókt í eftirhondini nógv ár. Har er altíð gott huglag, og fleiri av okkara fremstu tónleikarum hava framført har ígjøgnum árini. Á Mentanarnáttini verður høvi at uppliva ongan mætari enn Kim Hansen á palli.

Upplatingartíðir
23.00 – 03.00
 
Skrá
00.00: Livandi tónleikur við Kim Hansen.

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.