Mentanarnáttin 2024: Føroya Rættur

Til ber at uppliva eitt pallsett grundlógarforhoyr

Fríðmundur Nattestad
6. juni 2024 kl. 20:30

Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.

Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.

Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Føroya Rættur.

Klokkan 19 verður eitt pallsett grundlógarforhoyr. Mangan hoyra vit í miðlunum um, at Føroya Rættur hevur varðhaldsfongslað ein ella fleiri persónar eftir eitt grundlógarforhoyr, og nú verður so møguligt at síggja, hvussu eitt slíkt gongur fyri seg.

Umframt møguleikan at uppliva pallsetta rættarfundin verður eisini møguligt at síggja almennu hølini hjá Føroya Rætti hetta kvøldið.

Øll skráin til mentanarnáttina sæst her.