Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.
Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.
Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Finsen.
Síðani 2019 hevur virksemi verið í sonevndu Listahøllini á Finsen, har nógv lista fólk til dagligt arbeiða við sínari list. Í sambandi við Mentanarnáttina bjóða hesi listafólk nú inn til opið hús í Listahøllini, har man kann støkka inn á gólvið og fáa innlit í ta virksemi, sum er har.
Listafólkini, sum bjóða inn, eru hesi:
Maibritt Marjunardóttir
Bárður Dal Christiansen
Jón Sonni Jensen
Ragnhild Dam
Rannvá Holm Mortensen
Guðrið Poulsen
Kirstin Helgadóttir
Ása Andreasen
Laura Vinther
Elisabeth Skarðhamar Olsen
Sámal Blak
Anna Tórunn á Stongunum
Súsan í Jákupsstovu
Turið Maria Jóhansdóttir.