Í annaðkvøld klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.
Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.
Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Essabarr.
Essabarr, sum liggur oman ímóti Kongabrúnni í Havn, bjóðar góðan live-tónleik á Mentanarnáttini. Essabarr er kend sum lívligt stað við góðum live-tónleiki, og á Mentanarnáttini gera tey eyka burtur úr.
Frá klokkan 20 spælir Sergio Martínez Muñoz. Hann er ættaður úr Meksiko, men býr í Vestmanna, har hann eitt nú spælir við bólkinum Brim. Sergio spælir góðan rocktónleik hjá eitt nú The Beatles, Oasis, Bon Jovi, Bryan Adams, Coldplay, Rolling Stones og fleiri.
Klokkan 23 tekur Jens Marni Hansen yvir, og hann fer at spæla allar sínar bestu sangir umframt góð tøkuløg. Jens Marni telist millum dugnaligastu live-tónleikarar í Føroyum, og lagt er tí upp til eina lívliga og hugnaliga nátt við góðum stemningi og felagssangi.