Mentanarnáttin 2024: Býarbókasavnið
Upplestur av yrkingum og konsert eru á skránni
Fríðmundur Nattestad
5. juni 2024 kl. 19:00
Fríggjakvøldið klokkan 18 verður mentanarnáttin í Havn sett. Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, heldur setanarrøðuna.
Skráin til ársins mentanarnátt er eins og undanfarin ár rættiliga fjølbroytt.
Eitt av støðunum sum til ber at vitja er Býarbókasavnið í miðbýnum.
Býarbókasavnið hevur á mentanarnáttini eina spennandi skrá, har tríggir ungir yrkjarir fara at lesa upp yrkingar.
Harafturat fara Guðrun og Bartal at spæla nøkur løg.
Upplatingartíðir
09.00 – 20.00
Skrá
18.30: Yrkingaupplestur