Mentanarnáttin 2018 verður 1. juni

VisitTórshavn skipar í samstarv við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt í ár tann 1. juni. Fyrsta mentanarnáttin varð...

Alda Nielsdóttir
6. mars 2018 kl. 20:58

VisitTórshavn skipar í samstarv við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt í ár tann 1. juni. Fyrsta mentanarnáttin varð hildin í 2001 og síðan er hon vorðin eitt fast afturvendandi tiltak í Havnini, og skráin og undirtøkan veksur hvørt ár.

Skráin fyri mentanarnáttina er drúgv og fjølbroytt. Tónleikatiltøk eru ymsastaðni í býnum, og stovnar og fyritøkur hava opið hús. Handlar hava opið til kl. 23, og allar matstovur hava eisini opið.

Í ár verður mentanarnáttin fríggjakvøldið 1. juni.

Endaliga skráin kemur seinni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sína.