Mentanarhúsið og sjósavnið stendur í Sørvági í 2025

Eftir summarferiuna verður hol sett á arbeiðið at gera mentanarhús og sjósavn í Sørvági

Sjúrður Poulsen vegna áhugabólkin, ið hevur staðið fyri at reisa sjósavnið og mentanarhúsið T.v og Sigtór Petersen vegna J&K Petersen T.h
Ragnar Sjúrðarson
1. juli 2024 kl. 20:00

Klokkan 17 í dag skrivaðu Sjúrður Poulsen vegna áhugabólkin, ið hevur staðið fyri at reisa sjósavnið og mentanarhúsið og Sigtór Petersen vegna J&K Petersen, undir endaliga sáttmálan um mentanarhúsið og sjósavnið í Sørvági.

Arbeiðið fer í gongd beint eftir summarferiuna og skal vera liðugt í november 2025.

Tað eru játtaðar tilsamans 18 milliónir krónur frá danska fólkatinginum í trimum umførum. Fyrst seks, síðani tvær og so 10 milliónir. Tær 18 milliónirnar eru ikki nóg mikið til at gera alt arbeiðið. Sørvágs Kommuna ger eisini eina íløgu í at gera økið byggibúgvið.

Húsið skal bæði vera eitt mentanarhús og eitt sjósavn har sjóvinnu og siglingarsøga verður lýst.