Menstruatiónsvørur til lesandi á Setrinum

Einki forðar Setrinum í at veita teimum lesandi menstruatiónsvørur á útbúgvingarstovninum

Ráð Teirra Lesandi og Meginfelag Føroyskra Studenta
23. juli 2024 kl. 14:30

Ráð Teirra Lesani (RTL) og Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) hava í meira enn eitt ár baksast við málið um at fáa Fróðskaparsetur Føroya at veita menstruatiónsvørur til tey lesandi, meðan tey eru á útbúgvingarstovninum.

Málið hevur verið merkt av ósemju, um hvørt Setrið hevur eina skyldu at veita slíkar vørur ella ikki. Tað hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið (BUMR) hildið uppá, at Setrið ikki hevur, og Setrið hevur við støði í niðurstøðuni hjá BUMR givið okkum noktandi svar. Grundgevingin var, at menstruatiónsvørur eru fevndar av lestrarstuðulinum. Vit mettu ikki, at grundevingin hjá Setrinum var nóg sterk, og vit valdu tí at senda Javnstøðunevndini ein fyrispurning. Javnstøðunevndin staðfesti, at hóast Setrið ikki hevur skyldu til at veita menstruatiónsvørur, er samstundis ikki nakað, ið forðar Setrinum í at gera tað. 

Fróðskaparsetur Føroya hevur millum annað skrivað í síni javnstøðuætlan: 

"Á Fróðskaparsetrinum virka vit fyri at fremja javnstøðu í verki og vilja hava fjølbroytni á starvs og lestrarstaðnum. Arbeiðið við at fremja javnari møguleikar millum kynini, inklusjón og fjølbroytni skal vera kjølfest í leiðsluni á øllum stigum á Fróðskaparsetrinum” 

og sum m.a. 

“[...] ber við sær átøk til frama fyri javna kynsumboðan, átøk ímóti vansum vegna kyn,[…].” 

Tí er tað eisini undranarvert, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Setrið í svarinum frá 15. apríl 2024 nágreinandi siga seg onga viðmerking hava til, at Javnstøðunevndin metir, at Fróðskaparsetrið eigur at átaka sær serliga ábyrgd at slóða fyri at basa mismuni vegna kyn. Skal hetta tulkast sum, at javnstøðuætlan Setursins bert er til pynt?

Fleiri universitet aðrastaðni hava átikið sær uppgávuna at slóða fyri á javnstøðuøkinum viðvíkjandi menstruatión, uttan mun til hvørt hetta er álagt teimum við lóg, og uttan mun til at hetta er ein javnstøðuspurningur, ið ikki bert avmarkar seg til útbúgvingarøkið. Millum fróðskaparsetrini, ið veita ókeypis menstruatiónsvørur, eru millum annað universitetini í Bergen, York, Bonn og fleiri universitet í Bretlandi. 

Sum víst á í brævið frá Javnstøðunevndini 26. juni 2024, ið er eitt svar uppá brævið frá BUMR og Setrinum 15. apríl 2024, skrivar universitetið í Bonn m.a. soleiðis um teirra átak:

“[...] if the period occurs suddenly while attending college and the individual does not have any hygiene products with them, they must go home. Those who do not have the opportunity to handle the natural process of menstruation in a hygienic and non-hazardous way do not have the same access to education as a person who does not menstruate. And this is not in line with our idea of equity of opportunity. The university wants to address this inequity by now providing free menstrual supplies.”

Er hetta ikki nevniliga í tráð við málini, sum Setrið hevur sett seg fyri í javnstøðuætlanin? Til dømis at fremja “átøk ímóti vansum vegna kyn”?

Tí undrar tað eisini Javnstøðunevndina, at málið so lættliga verður skúgvað til viks sum ein javnstøðuspurningur, ið ikki viðvíkur Fróðskaparsetri Føroya. 

Vit lesandi undrast eisini. Setrið hevur við áheitanini hjá okkum um at veita ókeypis menstruatiónsvørur á útbúgvingarstovninum, ein gyltan møguleika at vísa sína javnstøðuætlan í verki.

Eins og Javnstøðunevndin, undrast vit lesandi á, at BUMR átekur sær at svara vegna Fróðskaparsetur Føroya, vísandi til, at eingin manglandi lógarheimild forðar Setrinum í at taka avgerð um, at veita menstruatiónsvørur til øll lesandi á Setrinum. 

Setrið hevur ikki skyldu at veita lesandi menstruatiónsvørur, men einki er, sum forðar Setrinum í at gera tað. 

Javnset lesandi uttan mun til kyn! 

Ráð Teirra Lesandi og Meginfelag Føroyskra Studenta

23.07.2024