Flogbóltsmennirnir vunnu, kvinnurnar taptu

Kvinnurnar skulu longu aftur í eldin í dag, meðan mennirnir spæla aftur í morgin

Mynd: CEV.eu
Fríðmundur Nattestad
25. mai 2024 kl. 17:00

Flogbóltslandsliðini hjá monnum og kvinnum vóru í eldinum í gjár, við ymiskum úrslitum.

Silvurligan, menn:

Ísland – Føroyar 0-3 (24-26, 23-25, 19-25)

Í Høllini á Hálsi í gjár vunnu Føroyar 3-0 á Íslandi í evropeisku Silvurliguni.

Liðini skiftust um at vera á odda við einum ella tveimum í fyrsta setti, og soleiðis gjørdist støðan 24-24, áðrenn Føroyar tryggjaðu sær settið 26-24.

Fyrra parti av øðrum setti var Ísland fyri tað mesta frammanfyri við einum og tveimum og viðhvørt trimun, áðrenn Føroyar fóru framum við einum og tveimum, og onkuntíð trimum. Javnt gjørdist aftur við 22-22, áðrenn Føroyar við fyrsta settbóltinum vunnu settið 25-23.

Í triðja setti vóru Føroya á odda alt settið á tamb. 8-4 til Føroyar minkaði tó niður aftur í 13-12 og 15-14, men so drógu Føroyar frá aftur og vunnu settið 25-19 og dystin 3-0 – og fyrsta sigurin hjá manslandsliðnum í Silvurliguni.

Hjá Føroyum var Bjarni Joensen toppskorari við 20 stigum, harav tvey vóru blokkar og fýra vóru serviess. Jóhan Arni Elisson Wang fekk 8, harav 3 vóru blokkar.  Tóki í Haraldstovu fekk 11 stig, harav eitt við blokki. Hjørtur Joensen fekk 13 stig.

Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Eysturríki, ið er væl sterkari enn Ísland. Ísland og Eysturíki møtast í dag kl. 17.


Silvurligan, kvinnur:
Føroyar - Luksemborg 0-3 (21-25, 17-25, 17-25)

Vónin var at endurtaka bragdið fyri 12 árum síðan, tá Føroyar vunnu 3-0 á Luksemborg í Luksemborg, men soleiðis skuldi ikki verða.

Fyrsta settið var eitt sindur løgið. Føroyar fingu fína byrjan og løgdu seg á odda 6-3, men taptu so næst níggju bóltarnar, so støðan gjørdist 6-12. Men knotur eru tó í teimum føroysku kvinnunum, og við átta stigum á rað fóru Føroyar framumaftur 14-12. Støðan gjørdist eisini 18-15 til okkara, men so kom stígur í, og við fimm stigum á rað fór Luksemborg framum 20-18 og megnaði at halda seg frammanfyri og vinna settið 25-21.

Í øðrum setti fór Luksemborg skjótt framum við fýra stigum og við seks á rað frá 10-8 skrædnaði rættiliga millum liðini, og Luksemborg legði seg á odda 16-8, áðrenn settið varð vunnið 25-17.

Tað sá einki serligt út, tá Luksemborg legði seg á odda 6-2 og 8-4 í triðja setti, men spenningur kom í aftur, tá Føroyar javnaðu til 10-10. Føroyar hingu í til 17-19, tá kinkur kom á, og við seks stigum á rað vann Luksemborg settið 25-17 og dystin 3-0.

Hjá Føroyum var Hanna Andriasdóttir Olsen toppskorari við 10 stigum. Johanna Bjørt Christiansdóttir fekk sjey, harav eitt var fyri serviess, og Henrikka Wang Jacobsen fekk seks.

Í dag kl. 17 spæla Føroyar ímóti Ungarn, sum er væl sterkari enn Føroyar og Luksemborg. Eisini tann dysturin verður í spældur í Luksemborg.

Mynd: CEV.eu