Hálvfinala, menn:
SÍ – Fleyr 3-2 (25-22, 23-25, 20-25, 25-23, 15-12)
Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta settið 25-22, vann Fleyr annað og triðja, og var eisini væl á veg at vinna tað fjórða, tá tað legði seg á odda 11-5. Men SÍ kom afturíaftur og javnaði til 16-16. Fleyr vann seg framumaftur 20-17, men SÍ javnaði aftur til 20-20, og fór framum og vann settið 25-23 við einum smassji frá Bjarni Joensen.
Og skuldi slagið avgerast í javnbrótaranum. Støðan gjørdist 6-6 og síðan 10-10, tá SÍ fór tvey stig framum og fekk dystarbólt við 14-12. Tá mundi SÍ lorkað tað burtur, tí teir høvdu sett skeivan mann at serva, men teir bjargaðu støðuni áðrenn skaðin hendi, og so servaði Bjarni, og blokkurin við Tóka í Haraldstovu og Juliani Vest Niclasen beindi smassjið frá Fleyr í gólvið til 15-12, og so var SÍ í steypafinaluni.