Menningarlond taka cryptogjaldoyra til sín

Cryptogjaldoyra hevur seinastu árini gjørt seg galdandi sum ein nýggj fíggjarlig rørsla, ið hevur broytt, hvussu vit hugsa um pengar og búskaparligt frælsi. Hóast tað er nógv umrøtt í vesturlendskum samfeløgum, har cryptogjaldoyra verður nýtt til íløgur, handil og nýtslu, er tað í menningarlondum, at tøknin kann hava størstu ávirkan.

Halgir Winther Nagata
31. august 2024 kl. 09:00

Í nógvum menningarlondum hevur cryptogjaldoyra víst seg at vera ein vegur til størri búskaparligt frælsi, í einum umhvørvi, har siðbundnar fíggjarskipanir ikki altíð hava rokkið tørvin hjá vanliga fólkinum.

Eitt av mest kendu dømunum um nýtslu av cryptogjaldoyra í menningarlondum er Venesuela. Landið hevur verið rakt av eini búskaparligari kreppu í fleiri ár, við ovurstórari inflasjón, sum hevur oyðilagt virðið á teirra gjaldoyra, bolívarinum.

Les alla greinina "Cryptogjaldoyra í menningarlondum: ein vegur til búskaparligt frælsi?" í nýggjastu Dimmalætting, sum fæst nú.